Pauli Jacobsen fer at spæla við HØJ komandi kappingarár

Pauli Jacobsen skal kappast við roynda 34 ára gamla málverjan, Frank Mikkelsen um at verja málið hjá HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár

Føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen fer aftur av landinum at royna seg.

 

Hesaferð gongur leiðin til HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Har verður Pauli komandi kappingarár liðfelagi við Róa Berg Hansen. 

 

HØJ endaði á fjórðovasta plássinum í næstbestu deildini, og var bara eitt stig frá at sleppa at spæla um rættin at flyta upp í bestu deildina. 

 

Í HØJ skal Pauli kappast við roynda 34 ára gamla málverjan, Frank Mikkelsen.

 

Um Paula sigur høvuðsvenjarin hjá HØJ, Jesper Fredin: - Pauli er ein spennandi ungur málverji, ið vil fram her í verðini. Hann hevur hóast sín unga aldur longu hollar altjóða royndir, bæði frá næstbestu deildini í Fraklandi og frá føroyska landsliðnum. Pauli er tekniskt dugnaligur, hann er reaksjónssterkur og hann er dugnaligur til at seta spælið í gongd. Eg eri sannførdur um, at Pauli hevur eitt risastórt potentialið, ið eg trúgvi vit veruliga kunna framala í HØJ. Eg haldi vit í HØJ hava eina spennandi samanseting av málverjum til komandi kappingarár. Sigur Jesper Fredin.

 

Fyrst skal Pauli tó stríðast saman við liðfeløgunum at vinna H71 í FM-finalurnar. H71 tapti ígjár 21-28 fyri Neistanum í 1. FM-hálvfinaluni. Leygarkvøldið klokkan 18 verður onnur FM-finalan leikt í Hoyvíkshøllini. H71 má vinna dystin fyri at fáa eina triðju og avgerandi FM-hálvfinalu í Hoyvíkshøllini, hóskvøldið 20. apríl.