Pauli hevur fingið um endan

Skála hevur fingið skil á verjuni, og nú bíðar HB, sum hevur torført at finna málið

Skála er framvegis undir niðurflytingarstrikuni, men støðan er ikki so vónleys nú, sum hon var fyrr í ár. Tølini siga, at verjuparturin er vorðin munandi betri. Fýra tær seinastu ferðirnar er bara eitt mál farið ígjøgnum hjá Skála. Pauli Poulsen hevur fingið skil á verjuspælið, og tað er heilt víst stórur styrkur í skipingini av verjuni, at Pauli G. Hansen aftur er á verjukenda sentrala miðvallarplássinum.

Spurningurin er so, hvussu tað fer at ganga, tá ið HB seint seinnapartin í dag fer at vitja á Skála. Hjá HB gekk tað rættiliga illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar fyri viku síðani, hóast leikliga yvirvágin ímóti AB var stór.

-Hetta er ein framúr kensla. Verjuparturin er væl skipaður, og vit trúgva upp á tað, steðfesti Skála málskjúttin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen eftir 1-0 sigurin á B68.

-Okkara lið er viðhvørt ikki nóg gott. Nú fokusera vit á avbjóðingina á Skála. Ímóti AB varð staðfest, at um vit ikki spæla betri og skapa fleiri málmøguleikar og geva teimum so lætt spæl í borðunum, so tapa vit, sigur HB venjarin Heðin Askham, sum fegnast um, at liðformaðurin Fróði Benjaminsen er tøkur aftur eftir leikbann.