Pauli G. Hansen neyvan við í Gøtu

Sunnudagin vitjar Skála í Gøtu í einum dysti, har bæði liðini hava útspælt teirra leiklut í landskappingini.

GÍ tekur ímóti Skála sunnudagin í einum dysti, sum í roynd og veru ikki hevur nakran týdning. Hjá gøtumonnum eru allir mans tøkir, og teir fara at leggja seg eftir at vinna restina av dystunum í ár.
Hjá skálamonnum er liðskiparin Pauli G. Hansen ivasamur, men teir fara væntandi at spara hann til seinnu semifinalu mikudagin, har teir ætla at gera eina síðstu roynd at spæla seg í steypafinaluna, sjálvt um tað sær svart út eftir 3-0 ósigurin á heimavølli.