Enn hevur Fótbóltssambandið ikki lagt nakran almennan lista á heimasíðu sína enn, men heimasíðan hjá EB/Streymi kann avdúka so mikið sum, at Egil á Bø, Daniel Udsen, Arnbjørn Hansen og Pauli G. Hansen eru úttiknir.
Hesir fýra hava allir umboðað føroyska landsliðið áður. Egil á Bø, Daniel Udsen og Arnbjørn Hansen vóru allir partur av landsliðshópinum móti Serbia og Italia.
Pauli G. Hansen hevur hildið ein steðg frá fótbólti á hægsta stigi, og hevur tískil ikki verið partur av landsliðnum. Í summar valdi hann at byrja aftur, og hevur hann havt sera stóran týdning fyri EB/Streym.
Tað hevur Brian Kerr eftir øllum at døma lagt merki til, og hevur hann eisini boðsent miðvallarleikaranum frá Skála.
Dystirnir landsliðið skal spæla, eru tann 8. oktober móti Slovenia á útivølli og síðani Norðurírlandi á heimavølli tann 12. oktober.