- Summir politikarar hugsa bara um atkvøður, men aðrir stríðast fyri landinum.
Tað staðfesti Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi á Løgtingi í gjár, tá ið fíggjarkarmarnir fyri næstu árini vóru til viðgerar.
Hann er eisini borgarstjóri í Vestmanna, og hann dylir ikki fyri, at hann følir seg rættiliga illa happaðan av tingfólki.
Hann heldur, at tað eru serliga tvey tingfólk, tey bæði fólkafloksfloksfólkini, Annika Olsen og Jákup Mikkelsen. Tey hava ikki dult fyri, at tey halda ikki, at borgarstjórar eiga at sita á tingið, og tey hava enntá lagt uppskot fyri Løgtingið um at borgarstórar í fulltíðarstarvi ikki eisini skulu sleppa at sita á Løgtingi.
Og tað hava tey gjørt so ofta, at Pauli Trónd Petersen følir seg mestsum happaðan.
Hann heldur, at tað eru summir politikarar, sum bara fylgja við rákinum, ímeðan aðrir royna at stríðast fyri landinum.
Hann vísir á, at summi av teimum, sum ikki halda, at borgarstjórar hava stundir at sita á Løgtingið, hava at kalla ikki víst seg allan dagin í gjár, tá ið fíggjarkarmarnir vóru til viðgerar.
Hann staðfesti samstundis á, at tá ið tað leið út á dagin, vóru seks løgtingsfólk til staðar, og av teimum vóru tríggir borgarstjórar ella kommunustýrislimir.
- Eitt gamalt orðatak sigur, at ein skal fyrst sópa fyri egnum durum. Og tað hevði verið stuttligt at sæð tey í Løgtinginum, sum annars hava so ilt av, at borgarstjórar sita á tingi.
Men tað vísir seg sum um at tey hava ikki stundir, ella tíð at vera á løgtingið at viðgera politisk mál, staðfesti hann.