Tilbúgving
Skuldi eitt óhapp hent í oljuvinnuni er tað av størsta týdningi, at útgerð er til taks at basa teirri dálking, ið mangan stendst av slíkum happum. Og ikki minst hevur tað týdning, at vit hava fólk, sum dugir at brúka slíka útgerð.
Tilbúgving er tískil ein ógvuliga týðandi táttur í oljuvinnuni.
Talan er bæði um tilbúgving úti á sjálvum oljuleiðunum, inni undir landi og framvið landi, t.d. inni á firðum o.s.fr. og tí er talan um eina skipan, sum krevur nógv samstarv ímillum ymisk feløg, stovnar og myndugleikar.
Hendan møguleikan sá Pauli Einarsson á Tvøroyri og hann fór tí undir at skipa eina tilbúgving í sambandi við oljuvinnuna undir Føroyum.
Hann stovnaði felagið PE Consulting, sum aftur hevur eitt dótturfelag við navninum OSRF (Oil Spill Response Faroes).
OSRF hevur síðani gjørt sáttmála við tey fýra samtøkini, sum bora eftir olju undir Føroyum, um at vera til reiðar við útgerð og fólki um eitt óhapp skuldi hent.
?OSRF hevur átikið sær at reinsa eftir oljudálking, bæði úti á sjálvum oljuleiðunum, undir landi og framvið landi, inni á firðum o.s.fr.
?Úti á sjálvum oljuleiðunum hava vit bundið okkum til at kunna vera á staðnum við oljubyrgingum, súgvarum og aðrari útgerð seinast tveir tímar eftir eitt møguligt óhapp.
Fyri at kunna átaka sær hesa uppgávuna, hevur OSRF leigað útgerð frá MMB í Noregi. MMB (Maritim Miljø Beredskab), er eitt felag, sum verksmiðjan, sum ger útgerðina, Noren, eigur saman við Allmaritim, sum eru serkøn á økjunum og tað enska felagnum, Briggs, sum er eitt heimskent felag.
Umframt sjálva útgerðina, hevur MMB eisini bundið seg til at lata OSRF serkøna hjálp til at halda skeið og til annars at hjálpa til at byggja neyðuga førleikan í Føroyum upp.
Útgerðin hevur verið umborð á Faroe Connector, men er nú umborð á Stril Safety og tær báðar manningarnar hava so eisini fingið skeið í at brúka og halda útgerðina.
Eisini undir landi
OSRF hevur eisini átikið sær at basa oljudálking undir landi og í tí sambandinum er samstarv fingið í lag við Vaktar og Bjargingartænastuna.
? Í tí sambandinum skal ein súgvari setast umborð á Brimil.
Men tekur dálking seg upp inni á firðunum ella framvið landið, har kommunurnar hava ábyrgdina, er tað eitt mál, sum eisini krevur samstarv við kommunalu myndugleikarnar.
Pauli Einarsson sigur, at hetta kann skjótt gerast ógvuliga umfatandi hjá eini kommunu, sum kanska ikki er so fólkarík, tí nógvar kommunur eru rættiliga víðførar við langari strond.
Hann sigur, at hann tí hevur roynt at fáa samstarv við kommunurnar fyri at fáa kostnaðin niður.
Hann heldur, at frægasta loysnin er at kommurnar hava felags útgerð, tí hevur hann útvegað tríggjar treylarar við ymsari útgerð.
Í hesum treylarum eru oljubyrgingar, súgvarar, umframt útgerð til tríggjar mans og íløt til at taka olju upp við í mølini.
Treylararnir viga 2,4 tons hvør og ætlanin er at hava teir standandi ymsastaðni í Føroyum, so at tað er skjótt at koma á staðið við útgerðini, um eitt óhapp skuldi hent, sum fer at føra dálking við sær.
Ein treylari skal standa í Suðuroy og ein við oljuhavnina í Runavík.
Hvar tann triði skal standa, um tað verður í Havn ella í Klaksvík, er ikki avgjørt enn. Tað mugu myndugleikarnir gera av, hvar tað er frægast at seta hann, sigur Pauli Einarsson.
?Tað er skjótt at koyra ímillum bygdir og keypa kommunurnar útgerð í felag, verða betri ráð til at útvega góða útgerð. Samstundis kunnu serfrøðingarnir hjá OSRF brúkast til at halda skeið fyri fólki kring landið í at brúka slíka útgerð, eins og teir eisini kunnu halda skeið í Suðuroynni.
So hvørt, skeið hava verið, er tað eisini neyðugt at gera avtalur við fólk kring landið at hava umsjónina við útgerðini og sum kunnu verða til reiðar at tørna til, um brúk verður fyri teimum. Eitt nú verður neyðugt at gera avtalur um, hvussu hesi fólkini kunnu fáa frí frá arbeiði, um brúk verður fyri teimum í tilbúgvingini.
Pauli Einarsson sigur, at hvør súgvari klára at súgva 80 kubikk av olju upp um tíman og í samstarvi viðIRF hava teir eisini útvega tangar til at goyma 50.000 litrar í.
? Men í longdini er tað neyðugt at hava størri goymslu, tí skuldi eitt álvarsligt óhapp tikið seg upp, røkka 50.000 ikki alla verðina. Tí er neyðugt at hava tangar ymsastaðni í landinum, sum taka so frægt av olju, at vit klára okkum til ein tangabátur kann vera á staðnum.
Men hendir nakað álvarsligt úti á oljuleiðunum, hava oljufeløguni sjálvi avtalur um, hvussu tann dálkingin skal basast.
Hann heldur, at taka kommunurnar seg saman í ein slíkan felagsskap, kann tilbúgvingin skjótt víðkast til at umfata onnur øki eisini.
? Í einum felagsskapi koma kommunurnar at standa nógv sterkari, um dálking tekur seg upp, tí útgerðin og útbúgvingin, sum fólkið kring landið fær, kann sjálvsagt eisini eisini brúkast til aðra dálking eisini, eitt nú um eitt skip siglur á land og oljalekur úr tí, ella um onnur dálking tekur seg upp.
? Nú hjava vit brúkt oljuvinnuna fyri at fáa hesa tilbúgvingina á føtur. Men altjóða hagtølini vísa kring , at oljuvinnan hevur bara skyldina av 2% av tí dálking, sum er er.
?Nógv tann størsti parturin stendst av útláti frá ídnaðarvirkjum av ymsum slag, og frá skipum av ymsum slag, sigur Pauli Einarsson og tí er tað neyðugt at hava eina munadygga tilbúgving. Tí er tað eisini neyðugt at vita, hvat vit hava við at gera, tí øll møguligevni kunnu verða í slíkari dálking, sum kunnu geva fólki varandi mein, um vit ikki ansa eftir.
Tí hevur tað alstóran týdning at hava fólk kring landið, sum dugur at brúka útgerðina so at ein møgulig oljudálking kann avmarkast mest møguligt.
MYNDIR: Mynd eitt
Høvuðsstøðin hjá føroysku oljutilbúgvingini er í eini leigaðari høll á Drelnesi á Tvøroyri. Her er Pauli Einarsson við jeppinum, teir júst hava keyp til tilbúgvingina. Aftanfyri er ein treylari, sum er fullur av útgerð til at basa oljudálking. Slíkir treylarir skulu standa kring landið, so tað verður skjótt at fáa útgerðina á staði, skuldi eitt óhapp hent