Hóast hann ikki hevur lisið hana enn, so er fyrrverandi løgmaður fyri Sambandsflokkin Pauli Ellefsen sannførdur um, at Hvítabók er alt ov rúgvusmikil í vavi.
? Tað er púra óneyðugt at koma við so drúgvari frágreiðing. Hatta átti alt at kunnað verið sagt á trimum til fýra síðum, sigur Pauli Ellefsen.
? Tey, ið skrivað hava, eru kortini so mikið at sær komin, at tey nevna hvørjar fyritreytir skulu lúkast fyri at gjøgnumføra fullveldisætlaninar. Eitt nú at búskapurin skal framhaldandi vera í vøkstri og at neyðugt er at føra langsiktaðan politikk.
? Men hesum er heldur onki nýtt í, leggur Pauli Ellefsen aftrat.
? Øll vita, at ein hvør familja, eitt hvørt virki og eitt hvørt samfelag, sum lýkur hesar treytir, fer ongantíð at renna seg í slíkar trupulleikar, sum føroyska samfelagið hevur havt.
Møsn
Fyrrverandi løgmaður metir eisini, at høvdu Føroyar bara frá byrjan hildið seg til hesar vælkendu meginreglur, so høvdu núverandi ætlaninar um fullveldið ongantíð komið upp á tal.
Pauli Ellefsen sigur tað eisini vera møsn, tá staðfest verður í Hvítubók, at roknast kann ikki við at danskir politikarar vilja fara at broyta donsku grundlógina bara tí at føroyingar vilja tað.
? Danskir politikarar høvdu neyvan viljað broytt donsku grundlógina bert við føroyskum ynskjum á skránni. Men tað er væl kent, at politisku myndugleikarnir vilja dagføra grundlógina, og tá hevði verið upplagt eisini at havt broytingar viðvíkjandi viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar við, sigur Pauli Ellefsen.
Hóast virkandi grannskoðarin metir, at Hvítabók er alt ov drúgv, so vendir hann henni kortini ikki bakið.? Eg ætli mær sjálvsagt at lesa hana, skimma hana ígjøgnum, nú hon kemur. Men eg veit longu nú, at har kemur onki nýtt undan kavi, sum ein ikki visti longu áðrenn.