Paula Reinert Petersen til minnis

20.10.45. – 30.10.07

Sunnudagin bar eg mín trúgvasta og drúgvasta vinmann til gravar. Hetta var tí ein av teimum tungu jarðarferðunum í mínum lívi, og tað er við sorg, at hesi minningarorð verða skrivaði. Tey eru persónlig, tí tað skyldi eg Paula.


Vit vóru nærmastu skyldmenn báðir. Systkinabørn í móðurætt og triði og annar í faðirætt. Sostatt var eg bæði systkinabarn Paula og Óla, pápa hansara.

Húsini hjá systrunum báðum úr Kalbak, Petrinu og Ninnu vóru sum eitt, og teirra stóru barnaflokkar vóru sum ein. Í Skúla í Saltnesi vuksu øll hesi 20 børnini upp sum systkin. Men deyðin máar; nú eru fýra fallin frá, øll brádliga og óvæntað.


Vit fingu eftir tátíðar meting eina fría uppaling við nógvum kærleika. Vit blivu lærd arbeiðssemi og at vera reiðilig og heiðurlig fólk. Frá tí vit dugdu at stetla, vóru vit saman. Eitt ár var á muni, so hann var tann náttúrligi leiðarin. Tá var eingin telda og onki B68, men fjøran var okkara heimur. Har lærdu vit at svimja, og har spældu vit við bátar og skip. Og so stóðu vit á seiðabergi og bygdu flakar. Og tey vaksnu høvdu álit á okkum, so vit kundu rógva og stima, sum vit vildu við bátunum, sum lógu á Taratanga. Frá barni av vóru vit fortróligir við sjógvin. Grønur var okkara barndóms dalur.


Hetta eina árið varð Paula til fyrimuns, hann slapp fyrr til skips. Tað var á sild við Selberg við Dánial Peturi Højgaard í Brekkum sum skipara. Eftir tað vóru vit saman við Høganesi, Oyrasker Vesturhavinum Blíða og Havalduni. Um 20-ár aldur skiltust okkara arbeiðsvegir. Pauli fór á skiparaskúla, eg valdi aðra lívsleið. Men sambandið var eins tætt.


Sum tann álitismaður hann var, bleiv hann yvirmaður beinanvegin. Bestimaður, sum tað æt tá, við Peturi á Roykheyggj og Hans Petur í Brekkum. Pauli var koyrari, so longu 23-ára gamal var hann skipari á Sjóborgini á ísfisk undir Íslandi. Og hann fiskaði væl. Og síðani gekk tað slag í slag. Hann førdi Vesturvík og var eina tíð í farmasigling sum skipari á Ravni hjá Skipafelagnum.


Miðskeiðis í sjeytiárunum lótu Ólavur Gregersen og aðrir ein ídnaðartrolara byggja. Hann æt Logos, og Pauli varð skipari. Teir fiskaðu í Norðsjónum, til grundarlagið fór undan hesum fiskiskapi. Logos bleiv tá umbygdur til rækjufiskiskap. Pauli helt fram sum skipari nú saman við Kaj í Bartalstovu. Teir skiftust. Eitt ár var eg saman við teimum upp á skift í Grønlandi. Eg eri sera takksamur fyri tað árið. Seinni fór Logos við Paula sum skipara til Afrika at fiska. Har var hann eitt hálvt ár út í eitt.


Tá hetta skipið varð selt fyrst í áttatiárunum, fór Pauli at føra Saturn til partroling undir Føroyum, og hann var rokskipari. Trúgvur sum hann var, bað hann meg við um sumrarnar. Men í 1986 noyddist Saturn at bróta túrin av, tí skiparin hevði hjartatrupuleikar. Og so var hann liðugur sum fiskiskipari einans 41- ára gamal. Í nøkur ár sigldi hann skiftivís sum skipari og meistari við Stathav. Tað dugdi hann, tí hann hevði eisini motorpassaraprógv.


Tað er klárt, at eitt skiparaprógv einsamalt ger ongan til skipara. Nei, tað skulu aðrar dygdir til, og hesar dygdir hevði Pauli. Hann var góður línumaður, hann var góður trolmaður, kvikur við nálini og skjótur kryvjari, og hann dugdi at skrúa motorar. Og eisini dugdi hann at fara við fólki. Og ikki minst grammur at fáa fisk.

Eftir Stathav gjørdist hann kajfúti á Toftum, og røkti hann hetta starvið til fulnar, til hann nú brádliga legði árarnar inn. Umframt hetta var hann loðsur millum oyggjarnar, tá stórir tangabátar komu til landið. Eitt álitisstarv hann tók á seg, tá Otto bróðir fall frá.


Her eru bert nevnd nøkur brot úr hansara virkna lívi, men hóast øll hesi avrik, so hevði Pauli ringa heilsu. Men hann var harður við seg sjálvan, viljafastur og lat ikki við seg koma. Longu frá sínum átjanda ári var hann plágaður av nýrunum, sum voldu honum nógva pínu. Síðani komu hjartatrupuleikar og tey seinastu árini sukursjúka eisini. Men hann bar alt í tolni; gramdi seg ongantíð, arbeiddi sum altíð og var lættur í sinni. Men vit, sum kendu hann, vistu, at hann var sjúkur um ikki deyðasjúkur.


Í 1972 giftist Pauli og Judy úr Rituvík og bygdu tey sær heim í Skúla í Saltnesi. Tey fingu fýra børn, sum eru Sonja, Hans Jacob, Poula og Dávid. Hesi hava givið honum sjey abbabørn. Hetta var grundvøllurin hjá Paula, og hesum livdi hann fyri.


Pauli var ein einastandandi maður. Arbeiðssamur, álítand, trúgvur og røkin. Skilamaður á sjógvi og landi. Hóast hann fylti nógv í familjuni og nærumhvørvinum, so var hann ein av teimum stillu í samfelagnum. Eingin hávi. Hann hvíldi í familjuni og í arbeiðinum. Ein av teimum súlunum, okkara samfelag stendur á.


Lívið er skroypiligt. Seinastu tíðina eru óvanliga nógv fólk farin um okkara leiðir í góðum árum. Tað er, sum hongur ein ófrættadámur yvir bygdunum við Skálafjørðin.


Skjótt er Harranum um. Leygardag skuldi Pauli fara sum loðsur. Men hann føldi seg ikki væl sum so ofta fyrr og var innlagdur á sjúkrahúsið. Mánadag varð hann sendur á Ríkissjúkrahúsið til kanningar, um okkurt kundi gerast. Týsmorgunin tíðliga ringir hann heim í góðum lag og fortelur, at nú fór hann inn til kanning. Men hann sovnaði burtur millum hendurnar á læknunum. Sárt, ómetaliga sárt. Eftir familjufaðirin, bróðurin, vinin og starvsfelagan er eitt tómrúm, sum ikki verður fylt, men sum vit megu læra at liva við.


Góða Judy, Sonja, Hans Jacob, Poula og Dávid. Harrin hjálpi tykkum gjøgnum hesar tungu dagar.


Við sorg og størsta takksemi fyri trúskap gjøgnum alt lívið lýsi eg frið yvir minnið um merkismannin Paula Reinert Petersen.


Evigt ejes kun det tabte.



Dan