Paula Maria Olsen 80 ár

Leygardagin 6. mars verður Paula Maria Olsen 80 ár.

Paula er dóttir Theresu og Jógvan Jacobsen av Eiði, har hon er fødd. Her vaks hon upp á Flatabø saman við trimum beiggjum: Martin Sonne, Tórhallur og Knút Petur.


Sum ung var Paula sera íðin hondbóltsleikari. Eisini dámdi henni sera væl at dansa - so væl, at hon plagdi at geva ungdóminum frálæru í hesum kynstri.


Seinni fór hon til Kvívíkar at tæna, og síðani gekk leiðin til Havnar, har hon var arbeiðsgenta og seinni húsarhaldskona hjá teimum í Smæruni. Eitt skifti starvaðist hon í Perluni, kendu matstovuni í miðbýnum.


Mest hevur Paula starvast sum krambakvinna. Fyrst hjá Conrad Skaale, flestu árini í bakarínum á Abbatrøð, so hjá Frants Restorff, bæði á Áarvegnum, í Sverrisgøtu og seinni á deildini í SMS. Tá beiggin, Knút Petur, keypti Statoil-støðina í Gundadali, fór hon har at starvast.


Paula hevur altíð verið sera arbeiðssom og var virkin sum náttarvakt á Vistarheiminum í Torfinsgøtu líka til 2004.


Paula giftist Daniel Jacob Olsen, eisini nevndur Dalli, maskinmeistara úr Vestmanna. Tey fluttu úr Eysturbýnum til nýggj hús í Vesturbýnum í 1965. Sum sjómanskona mátti hon duga eitt sindur av hvørjum, og kom tað tí væl við, at hon var so sera fitt í hondunum til bæði innandura og

uttandura arbeiði.


At hon var so barngóð og tolin av lyndi gjørdi, at øll børnini í familjuni altíð savnaðust um hana, og gestablídni hjá Paulu og Dalla hevur altíð verið stórt. Paula og Dalli eiga trý børn- Jytte, Óla og Magna og sjey barnabørn.


Seinnu árini er heilsan farin at bila, men tó er hon fús at halda føðingardagin. Tey, sum hava hug at heilsa upp á Paulu, eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið úti á Suðuroyavegi 5 leygardagin

6. mars frá kl. 17.


Fam.