Paula Jespersen 85 ár

Í dag 24. juni fyllir Paula Jespersen í Trongisvági 85 ár

Paula er fødd 1919 í Trongisvági, dóttir Thominu og Óla Olsen. Thomina var ættað av Eiði og Óli av Tvøroyri.

Paula var áttanda barni av tíggju systkjum, 9 mánaðir gomul varð hon ættleidd av Paulinu og Martin Thorsteinsson í Trongisvági, tey áttu eingi børn.

Av teimum nýggju systkjunum hjá Paulu eru tríggjar systrar eftir á livi, tær eru Alexandra og Signy, báðar búsitandi í Vági, og Hannifía, búsitandi á Tvøroyri.

Paula giftist í 1940 við Arnhold Jespersen úr Trongisvági, tey eiga børnini: Martin, Jan, Pól, Rutt og Noomi.

Tey upplivdu ta stóru sorg at missa sonin Pól av sjúku í 1980, bert 32 ára gamal.

Paula og Arnhold eiga 14 ommu- og abbabørn og 8 langommu- og langabbabørn.

Sum ung lærdi Paula ta seyma hjá Anettu Millá, og hevur hon seyma mong vøkur pløgg gjøgnum tíðina. Tá børnini vóru vaksin, fór hon út at arbeiða sum heimahjálp. 60 ára gomul tók hon koyrikort og keypti sær bil, men tíverri gjørdist hon avlamin sum 66 ára gomul og mátti selja bilin, men hon fall ikki í fátt.

Sum nakað slóðbrótandi keypti hon sær eina avlamissúkklu úr norska blaðnum "Familien", og hevur hon havt stóra gleði av henni.

Hóast brek setist Paula ikki aftur, tá ið tað stendur henni í boði at ferðast -bæði heima og úti. Hetta verið seg í Ísrael og við pensionistafelagnum bæði í Noregi, Skotlandi og seinast í Íslandi. Á hvørjum ári møtist hon við øðrum pensioneraðum heimahjálparum, sum luttóku á skeiðum saman við henni, tá tær arbeiddu sum heimahjálparar. Eisini er hon á hvørjum ári á kvinnustevnu í Zarepta.

Vit ynskja henni hjartaliga tillukku á føðingardegnum og Harrans signing á lívskvøldinum.

x.