Føroyar eiga næstbesta kvinnuliga karaoke sangara í verðini. Tað gjørdist greitt í dag, tá føroyska Paula Danielsen gjørdist nummar tvey í HM kappingini í karaoke, ið varð hildin í Singapor.
Kappast hevur verið í fleiri dagar og í fleiri umførum. Tað eydnaðist Paulu at vinna sær sæti í finaluni við fimm øðrum sangarum, men tíverri gjørdist hon júst ov stutt til at fara avstað við sigrinum.
Í finaluni sang Paula Danielsen sangin My heart is yours, ið norðmaðurin Didrik Solle-tangener sang til Melodi Grand Prix í 2010.
Paula Danielsen var ein av tveimum føroyskum luttakarum. Hin luttakarin var Kjartan Torbensson, men eydnaðist tað ikki honum at vinna seg víðari til hálvfinaluna hjá monnum.
Næsta ár verður kappingin hildin í kanadiska býnum Vancouver.