Paula bloggar: Ikki bíða ov leingi

Hevur tú illgruna um krabbamein, so far til lækna, bloggar Paula Berg Høgnesen, sum sjálv fekk krabbamein.

Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum hartil hoyrir. Ein teirra er Paula Berg Høgnesen, sum hevur skrivað hetta. 

Paula Berg Høgnesen, bróstkrabbamein í nov ´16, sum 42 ára gomul

 

Eftir at hava bíða í hálvtannað ár, fekk eg endiliga tikið meg saman at fara til lækna. Hetta var týsdag 8.november 2016, og longu fríggjadag fekk eg boð at koma til mammografi og ultraljóðskanning. Eg hevði í alla hesa tíð vóna tað besta, men innast inni nokk gruna tað ringasta.

Eg valdi at hugsa, nokk sum tey flestu, at krabbamein rakar grannan, men ikki meg.

 

 

Skanningin vísti, at har var ikki alt, sum tað skuldi vera. Biopsi var tikið, og 19.november fekk eg boð at koma á LS og fáa boð frá læknanum, Kristján Skúla. Eftir at eg ikki hevði etið og sovið nakað serligt nakrar dagar, fór eg bangin suður tann leygarmorgunin. Eftir hesa læknavitjan broyttist alt aftur. Frá at hava gingið og stúrt nakað so ræðuligt, ja faktist hugsað um eg mundi klárað at halda jól, hevði eg fingið nýtt mót. Læknin greiddi væl frá, hvørji útlitini vóru og hvat nú fór at henda.

 

Les eisini: Miriam bloggar: er tað krabbamein?

 

Eg skuldi gera meg klára at fara til Íslands eina góða viku seinni.
30.november bleiv eg longu skurðviðgjørd, bróstið bleiv tikið saman við 22 lymfukertlum. Krabbin var burtur, segði læknin. Síðani skuldi eg í eftirviðgerð; í fyrsta umfari kemoviðgerðir á LS og hareftir til strálir í Íslandi.
Eg havi tær deiligastu “KrabbaKvinnur” at spyrja, tá okkurt stingur seg upp - tær hava jú verið ígjøgnum tað sama :)

 

Jólini 2016 vórðu góð og ikki merkt av sjúku, men gerið ikki sum eg.....bíðið ikki ov longi, tá tit merkja nakað í bróstinum. Farið til lækna beinanveg. Jú fyrri jú betri!