Tað sær út til, at kærleiki ímillum fólk er líka illa dámdur í Føroyum, sum kærleikin hjá Sea Shepherd fyri hvali
Í eini hvassorðaðari, og niðrandi breiðsíðu ímóti føroyingum og tilflytarum í Føroyum, staðfestir Paul Watson, at hann vil ikki samanberast við Jenis av Rana, tí teir hava ikki nógv felags.
Hann sipar til greina her á info, har Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, førir fram, at LGBT eigur ikki at sleppa at ganga skrúðgongu í miðbýnum í Havn á Ólavsøku, men at vit eiga at gera við LGBT, sum vit gera við Sea Shepherd, og tað er at vísa teimum á eitt øki á Karlamagnussarbreyt at vera á.
Tað sær út til at kærleiki ímillum fólk er líka illa lýddur í Føroyum, sum kærleikin hjá Sea Shepherd fyri hvali og springara, sigur hann.
Hann nevnir eisini sum dømi um, hvussu illa kærleikin trívist í Føroyum, at hundraðtals føroyskar kvinnur eru flýddar til Danmarkar fyri at sleppa undan ágangi og einum ágangandi mannfólkaveldi
Hann hevur eitt dømi, og tað er ein dulnevnd føroysk kvinna í tjúgunum, sum sigur í Arctic Journal fyri hálvu øðrum árum síðani, at hon er rýmd úr Føroyum, tí hon var fyri ágangi, men kundi ikki tosa um tað í Føroyum.
Hann endurgevur hana eisini fyri at siga, at føroyingar eru herviligur at gera seg kynsliga inn á børn.
Men ístaðin fyri at loysa trupulleikan, eru føroyskir menn farnir at innflyta meiri undirbrotligar kvinnur úr Filipsoyggjum, Teilandi ella Malaysia.
Føroyingum líkar ikki hval, men tað tykist sum um at teimum heldur ikki líka kvinnur og samkynd, sigur Paul Watson.










