Tíðliga í gjáramorgunin kom skipið hjá Paul Watson aftur til Lervick í Hetlandi. Ocean Warrior var ein stuttan túr í Kirkwall í Orknoyggjum, men er nú aftur í Lerwick. Úr Kirkwall frætta vit, at Ocean Warrior bert lá á vágni, tí einki bryggjupláss var tøkt.
Á havnaskrivstovuni í Lervick verður sagt, at lítið og einki er at frætta frá skipinum.
Men Paul Watson hevur boðað frá, at hann ætlar sær at liggja her einar tríggjar dagar, verður sagt.
Lítið eftirfarandi
Sambært teimum á havnaskrivstovuni í Lervick, so hevur Paul Watson seinastu tíðina fingist við at verja kóp. Hann skal hava hildið vakt við eina oyggj, har nógvur kópur heldur til.
Tað sama verður sagt úr Kirkwall. Onkur á havnaskrivstovuni í Kirkwall skal hava tosað við ein fotograf umborð og hesin hevði sagt frá skiparanum, at skipið skuldi fyrst til Lerwick, áðrenn tað stevndi aftur í føroyskan sjógv.
Hesi tíðindini eru kortini ikki váttað av Ocean Warrior, men eru minst líka eftirfarandi, sum nógv av tí, ið kann lesast á heimasíðuni hjá Sea Shepherd felagsskapinum.
Har stendur eitt nú, at Paul Watson hevur sent eitt skriv til danska forsætisráðharran Poul Nyrup Rasmussen og biðið um hjálp frá honum at steðga grindadrápi. Paul Watson skjýtur upp at hækka blokkstuðulin, um vit gevast at drepa grind.
Tá Sosialurin setti seg í samband við statsminesteriet í gjár, vistu tey einki um, at Paul Watson hevði sent Poul Nyrup nakað skriv, bræv ella teldupost.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.
Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.