Paul Watson verður sitandi í varðhaldi

Danska løgmálaráðið tekur innan tvær vikur støðu til, um Paul Watson skal útflýggjast. Hann verður tí sitadi varðhaldsfongslaður til 18. desember.

Skjótt verður avgjørt, um Paul Watson skal útflýggjast Japan. Í gjár varð varðhaldsfongslingin longd aftur. (Savnsmynd). - Mynd: Karen Ducey/Ritzau Scanpix

Hvalastríðsmaðurin Paul Watson skal vera varðhaldsfongslaður í Grønlandi til 18. desember.

Tað hevur rætturin í Grønlandi gjørt av á rættarfundi í gjár, skrivar miðilin Sermitsiaq.AG. 

Paul Watson varð handtikin í Grønlandi 22. juli og hevur síðani sitið varðhaldsfongslaður í Nuuk, har varðhaldstíðin fleiri ferðir er longd hóast mótmæli.

- Vit mótmæla, tí vit halda ikki, at treytirnar fyri varðhaldi eru uppfyltar, sigur Julie Stage, sum er ein av hansara advokatum.

Hon heldur eisini, at málið í øllum førum er ótíðarhóskandi.

Japan vil hava Watson útflýggjaðan og ákærdan fyri eina hending í Antarktis í 2010.

Her hjálpti Watson sambært japansku myndugleikunum til at skaða eitt hvalaveiðuskip, og hann forðaði eisini japanskum hvalaveiðumonnum í at fremja sítt arbeiði. Ein manningarlimur fekk skaða, stendur í fráboðanini.

Paul Watson noktar seg sekan.

Ákæruvaldið hevði biðið um, at varðhaldið varð longt til 30. desember, men rætturin hevur bert longt tað í 16 dagar.

Sambært Sermitsiaq.AG er hetta tí, at Løgmálaráðið hevur boðað frá, at avgerð verður tikin innan 14 dagar frá 30. november um, hvørt Watson skal útflýggjast.

Metir Løgmálaráðið, at hann kann útflýggjast, hevur hann møguleika at fáa málið lagt fyri dómstólarnar.

Paul Watson hevur kært leingingina av varðhaldinum til Landsrættin, sigur advokaturin Julie Stage.

Higartil hevur rætturin í Grønlandi hildið tað vera neyðugt, at hann verður verandi í varðhaldi, so hann ikki rýmir, meðan hann bíðar. 

Men nú hevur hann fingið loyvi til, at Hægstirættur kann kanna, um tað er í lagi.

Fleiri staðni kring heimin hava mótmælisgongur verið fyri, at Paul Watson verður leyslatin. Danska løgmálaráðið hevur eisini upplýst, at myndugleikar úr fleiri londum hava sett í samband við løgmálaraðið um varðhaldsfongslingina.

 

/Ritzau/

 

Skjótt verður avgjørt, um Paul Watson skal útflýggjast Japan. Í gjár varð varðhaldsfongslingin longd aftur. (Savnsmynd). - Mynd: Karen Ducey/Ritzau Scanpix