Sunnudagin 9. juli hevði John Paul De Joria einki annað væl enn at svara upp á neyðstøðuna við 77 grindahvalum, sum vórðu riknir til Havnar, høvuðsstaðin í Føroyum, har øll familjan myrd á óndskapsfullan hátt.
Hósdagin var eg biðin um at góðtaka at lata løgregluna flyta meg til Føroya næsta hósdag fyri at svara upp á ákæruna. Ja, sum um at tað fer at henda, skrivar Paul Watson speiskliga á Facebook.
– Vit vera beint uttan fyri 12 fjórðingamarkið. Um tað verða grindaboð, so hava vit einki annað í at velja enn at svara, skrivar hann.
– Drápsglaðu psykopatarnir drupu náðileyst 77 gridahval framman fyri ferðafólkunum á ferðamannaskipinum Ambition, eitt tað býttasta, hesi brotsfólk nakrantíð hava gjørt. Avgjørt ongar avleiðingar fyri blóðuga ræðslushowið, men tey vilja handataka okkum fyri at royna at bjarga lívum.
##med2##
– Soleiðis eru ógvusligu sinnisjúku kyksilvurtilsettu heilarnir á hesum ræðuligum oyggjum, har tað at pína og drepa verður mett sum normalur framferðarháttur. Men empati, vinarligheit og samkensla er revsivert við lóg, sigur hann.
– Á tann ákæra frá donsku dómstólunum og donsku stjórnini.
Og so kemur tað (kanska tað týdnignarmesta) í endanum í skrivinum hjá Paul Watson til fjepparafjøld sína:
– Gevið okkum vinarliga pengar, so vit kunnu verða verandi á varðhaldi!