Paul Watson skal hava støð í Hetlandi

Nú Sea Shepherd, við Paul Watson á odda, kemur til Føroya í summar, ætlar felagsskapurin sær at hava støð í Hetlandi teir báðar mánaðirnar, atsóknin ímóti grindadrápi ætlast at varða.

Tað sigur, Locky MacLean, skipari á skjóttgangandi farin, Brigitte Bardot, við Shetland Times.

Av tí, at ætlanin er at vera í Føroyum so leingi, fáa Steve Irwin og Brigitte Bardot, sum eru bæði skipini, Sea Shepherd ætlar at senda til Føroyar, javnan tørv á at bunkra vatn, olju og proviant og tað ætla tey sær at brúka hetlendskar havnir til.

Tí er væntandi, at skipini bæði fleiri ferðir verða at síggja í Hetlandi hetta summarið.

Men hetta hóvar ikki øllum hetlendingum.

Ein spyr í eini viðmerking í Shetland Timer, sum hetlendingar fara at verða líka blíðir við Shea Shepherd, tá ið felagsskapurin fer at stríðast ímóti vanligum fiskiskapi.

Og ein hetlendingur sigur í teldubrævið til Sosialin, at hann er illa við av at hava fingið slíkar gestir sum Sea Shepherd.

Men hann leggur afturat, at hann er heilt forfardur av at frætt, at felagsskapurin helst fer at hava støð í hetlandi ímeðan teir søkja at ”okkara kæru grannum” í Føroyum, sum hann tekur til.

Hann staðfestir eisini, at tað er nógvir hetlendingar Spýta blóð eftir Sea Shepherd, tí teir vilja als ikki vita av felagsskapinum.