Hóast Sea Shepherd hvørki hevur fólk ella skip í Føroyum í ár, so tók tað honum ikki leingi at gera vart við seg á sosialum miðlum, nú ein grind verður hildin til í Hvannasundi.
Fyri løtu síðani upplýsti hann fyri sínum facebook-vinum um grindadrápið í Hvannasund.
- Drápið á sandinum er byrjað. Tað hendir nú. Skríggini frá teimum doyggjandi hvalunum gevur afturljóð í vatninum, og ein skarlaksreyður litur breiðir seg nú í kalda vatninum í firðinum, skrivar Paul Watson.
Víðari vísir Paul Watson á, at øll manning og skip hjá Sea Shepherd hava fingið forboð fyri at koma til Føroyar, men at felagsskapurin í staðin leggur dent á at vinna stríðið móti føroyingar við m.a. eini løgfrøðiligari klagu í ES og einum átaki at boykotta føroyskan laks.
- Vit mugu fortelja heiminum, at føroyskur laksur hevur tilknýti við drápið av grindahvalum og delfinum. Fólk sum eta laks skulu altíð spyrja tá tey eta á Sushi-støðum, matstovum og í handlum um laksurin kemur frá Føroyum. Um so er, so skulu tey sýta fyri at eta hann og mæla teimum frá at bjóða hann, skrivar Paul Watson.









