Paul Watson: Líkindini eru ímóti Sea Shepherd

– Ja, tað verður helst okkurt grindadráp í Føroyum, meðan Sea Shepherd er í Føroyum. Men tað verður ikki lætt hjá føroyingum at drepa grind, meðan tey djørvu sjálvbodnum fólkini hjá Sea Shepherd eru í Føroyum og verja hvalin.

– Ja, tað verður helst okkurt grindadráp í Føroyum, meðan Sea Shepherd er í Føroyum. Men tað verður ikki lætt hjá føroyingum at drepa grind, meðan tey djørvu sjálvbodnum fólkini hjá Sea Shepherd eru í Føroyum og verja hvalin.

 

Tað sigur Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd.

 

Hann viðgongur, at líkindini eru í móti teimum:

 

– Serliga um vit hugsa um allar pengarnar, sum politiið og danski flotin nýtir til skip, tyrlur, flogfør, yvirmenn og manning, sigur hann.

 

– Ein lítil ikki-statsligur bólkur av sjálvbodnum ímóti flotanum hjá einum NATO-landi og politinum. Men samkenslan er við teimum sjálvbodnu, sum eru vápnað við myndatólum. Tey gera sítt besta og leggja líka í líkindini, sigur Paul Watson.

 

Tað undrar tó Paul Watson, at tey í Sea Shepherd alsamt verða løgd undir at nýta harðskap.

 

– At føroyingar, sum stinga, høgga, sláa og drepa hesar klóku hvalirnar og fylla vágir og víkir við blóði ditta sær at kalla fólk, sum ongantíð hava gjørt fólki skaða, og sum váða sítt egna lív fyri at verja hvalirnar, fyri at fremja harðskap, tað eru primitiv ranghugsan og skeiv fatan, heldur Paul Watson.

 

Hann sigur, at Operation Grindstop 2014 heldur fram, og hvør dagur, har vatnið er blátt, er ein sigur fyri hvalirnar.