Paul Watson komin til Føroya

Paul Watson er komin umborð á Steve Irwin. Tað váttar hann fyri Miðlahúsinum.

-Eg kom umborð á skipið leygardagin við tyrlu úr Heltandi. Vit liggja í løtuni uttan fyri 12 fjórðinga markið og gera ymiskt klárt. Vit leita eftir grind fyri at taka film upp í løtuni, sigur Paul Watson.

Sea Shepherd maðurin sigur, at hann ætlar sær at vera í føroyskum sjógvi summarið á tamb. Spurdur, um hann ætlar sær at leggja seg ímillum, skuldi grind komið, meðan hann er her, sigur hann soleiðis.

-Eg kann ikki siga, um vit fara at leggja upp í, ella um vit fara at halda okkum burtur.

Í løtuni hevur hann fólk í landi at fyrireika eina almenna framløgu um grind.

Eg dugi ikki í løtuni at siga, nær og og hvar hendan framløgan verður, men tað er hetta, vit arbeiða við í løtuni, sigur Paul Watson.

Teir liggja í løtuni uttan fyri 12 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabirgi, men koma væntandi á Havnina um nakrar dagar.