Paul Watson kemur til Føroya í juli

– Hóast herverk á bilar okkara, og hóast lygisøgur um okkum frá føroyingum, so hevur tað verið ein áhugaverd vika í Føroyum, heldur Paul Watson

– Hóast herverk á bilar okkara, og hóast lygisøgur um okkum frá føroyingum, so hevur tað verið ein áhugaverd vika í Føroyum.

 

Tað sigur Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, sum kemur til Føroya í næsta mánaði. Hann fegnast eisini um, at tað nú eru føroyingar, sum taka undir við sjónarmiðunum hjá Sea Shepherd – og eru ímóti grindadrápi.

 

– Hetta er ógvuliga lovandi, sigur hann.

 

Hann vísir síðani á, at yvirskipaða endamálið við herferðini Grindstop er at økja globalu tilvitskuna um grindadráp.

 

– Sea Shepherd arbeiðir við at fyrireika eina løgfrøðiliga sak í Evropatinginum og við at leggja búskaparligt trýst á bæði Danmark og Føroyar.

 

– Eg vil við allari respekt biða øll og eitthvørt Sea Shepherd-viðhaldsfólk um ikki at fornerma fólk í Føroyum. Vendið tykkum beinleiðis til teirra, sum luttaka í grindadrápi, um tit hava okkurt at finnast at. Allir føroyingar eru ikki partur av grindadrápinum – fleiri teirra styðja enntá okkara herferð, sigur Paul Watson, sum sambært kunningarfólki teirra í Føroyum kemur higar í juli mánaði.