Av tí at Paul Watson hevur sløkt sendaran á skipinum Steve Irwin, og myndugleikarnir vita tí ikki, hvar skipið er.
Fyri 16 tímum síðan varð sendarin sløktur. Tá varð skipið statt við Ytru Hebridurnar.
Paul Watson hevur sagt, at skipið fíggjadagin kemur til Føroya, men áðrenn hann sløkti var meira líkt til, at hann stevndi móti Hebridunum ella Orknoyggjunum.
Paul Watson fekk fyri nógvum árum síðan stóra bót í Føroyum men av tí at maðurin ikki var at finna, varð bótin ongantíð kunngjørd fyri honum, og hon fall tí burtur.
Paul Watson kann tí frítt seta fótin á land í Føroyum og hevur loyvi at vera her, so leingi hann fylgir landsins lógum.