- 33 hvalir vóru rátt slaktaðir í dag, meðan stuðlar av føroyskum grindadrápi fagnaðu tí.
Soleiðis byrjar seinasta heilsanin frá Paul Watson til stuðlar sínar.
- Sjálvandi, fyri at kunna fremja hesa óhugnaligu gerð, máttu teir hava stuðul frá servandum deildum frá donsku sjóverjuni, tyrlum og nokk løgreglufólki og sjómonnum, til at niðurberja ein lítlan uppreistur. Teirra mótstøðufólk vóru 14 óvápnaði og miskunnsom menn og kvinnur, sum bara royndu at bjarga lívunum hjá hvalunum.
Hann hevur fingið við, at føroyingar meta seg hava vunnið stríðið móti Sea Shepherd á hesum sinni.
- Føroysku grindamenninir halda, at Sea Shepherd dumpaði í dag, men teir síggja ikki ta stóru myndina. Fyri Sea Shepherd eru tey jaligu tingini:
1. Positivt prógv fyri, at Danmark samstarvar við grindamonnunum, og at Danmark tí brýtur forboðið hjá Evropeiska Samveldinum móti hvalaveiðu.
2. Fleiri ræðuligar myndir og upptøkur av hvalum, sum nísta undir hesi so humani jakstran.
3. Ein altjóða tilburður og altjóða fjølmiðlauppmerksemi tí at tey 14 fólkini, sum vóru handtikin koma úr Suður Afrika, Italia, Frankaríki, Spania, Australia og Meksiko.
4. Tilburðurin í dag hevur longu úrslitað í nógv fleiri umsóknum til at gerast sjálvboðin.