Helst kendasti ’skiparin’ her á leiðum, Captain Paul Watson, skal giftast sjálvan Valentine’s dag.
Á Facebook vanga sínum í dag, ger hann greitt, at romantiska lagið ikki steðgar her. Brúdleypið verður nevniliga í franska og romantiska býnum, París.
Tað er russisku operasongkvinnuni, Yana Rusinovich, sum 64ára gamli Sea Shepherd stovnarin verður giftur, eftir at tey vórðu ringforlovað í august farna ár. Hon verður sostatt fjórði hjúnafelagi Paul Watsons.
Áður hevur kanandiumaðurin verið giftur Starlet Melody Lum, sum hann eigur eina dóttir saman við, umframt Lisa Ann DiStefano og Allison Lance









