Almenna føroyska partafelagið Visit Faroe Islands hevur tapt eitt mál, har tey hava kært brúkið av heimasíðuni visitthefaroeislands.com, ið felagsskapurin Pilot Whale, Save the Whales umsitur.
Tað var 19. januar 2016, at Visit Faroe Islands kærdi brúki av navninum til kærustovnin World Intellectual Property Organization. Kært var, tí mett varð, at navnið á heimasíðuni líkist navninum Visit Faroe Islands, ið almenna partafelagið hevur skrásett sum sítt vørumerki, umframt at mett verður, at fólkini handan visitthefaroeislands,com, við vilja royna at villleiða fólk.
Harumframt varð ført fram, at við tað at heimasíðan legst eftir føroyska grindadrápinum og líknar Føroyar við helviti og kallar føroyingar fyri verri enn ISIS, kann skaða føroysku ferðavinnuna.
Fólkini handan Visitthefaroeislands.com svara millum annað, at einki er skeivt á heimasíðuni og at Visit Faroe Islands við kæruni royna at fjala tað, ið veruliga hendir í Føroyum.
Kærustovnurin avvísti kæruna hjá Visti Faroe Islands, og metti m.a. ikki, at heimasíðan verður rikin fyri at oyðileggja vørumerkið hjá Visit Faroe Islands. Sostatt varð heimasíðan ikki stongd.
Les allan úrskurðin við at trýsta á her.
Ein teirra, ið fegnast yvir úrskurðin er Paul Watson, stovnari av Sea Shepherd.
- Tað eydnaðist ikki Visit Faroe Islands at beina fyri VisitTHEFaroeIslands.com við tí grundgeving, at tað er eitt lógligt ikki-handilsligt brúk av navninum.
- Føroyingar vilja vera við, at teir eru stoltir av grindadrápi, teirra árliga slátur av grindahvalum og delfinum, men tey ynskja ikki, at heimurin skal vita um tað, skrivar Paul Watson á Facebook.
Visit Faroe Islands ynskir ikki at gera viðmerking til málið.