Paul Watson og hansara fólk í Sea Shephard eru nú umsíðir sloppin í grind. Tað munnu tey halda í øllum førum. Men talan er altso »bara« um regattasiglingina av Eiði.
Fyri løtu síðani fóru upp ímóti 100 bátum av Eiði til Hósvíkar. Nú teir eru komnir suður um Haldarsvík, so sæst tyrlan hjá av Steve Irwin uppi yvir fylginum. Hon flýgur norður og suður gjøgnum Sundalagið uttan iva við myndamanni at finna grindina. Eisini kemur Brigitte Bardot við fullar ferð suðureftir úr Eiðisflógvanum.
Men hóast talan bara er um royk og onga grind, so kunnu tey, sum onkur tók skemtandi til, fixa tað í photoshop og leggja eina grind framman fyri bátafylgið, so hava tey teirra Whale Wars myndir.