Høgni Mohr
Mómælisherferðin móti føroyskum grindadrápi byrjar í morgin.
Paul Watson ætlar sær at leggja upp í grindadráp, men eisini at leggja fíggjarligt trýst á føroyingar við at stuðla boykotti.
Almenna endamálið við herðferðini er sambært tíðindatilfari frá Sea Shepherd at »steðga sláturítróttini um so helviti ella høgar aldur koma fyri«
Eisini verður beinleiðis gjørt greitt í hesum tíðindatilfari, at Paul Watson hevur lítla virðing fyri føroyskari mentan.
Sosialurin fekk orðið á Watson í telefon úr Lerwick í Hetlandi:
Halló, er tað PaulWatson?
- Ja
Hetta er Sosialurin. Nær kemur tú til Føroya?
- Fríggjadagin!
Hvar fer tú at leggja skipi?
- Onkustaðni í føroyskan sjógv?
Fer nakar føroyingur at hjálpa tær at fremja tíni átøk?
- Ja. Summir fara at hjálpa okkum!
Hvussu tá?
- Teir fara at geva okkum týdningarmiklar upplýsingar!
Fara teir at boða tykkum frá grindaboðum?
- Ja. Men eisini at hjálpa okkum at boykotta føroyskar fiskvørur.
Tú var her í 1986. Eydnaðist tann ferðin?
- Á Ja. Vit gjørdu ein dokumentarfilm, Svartur Skurður. Hann varð vístur á Discovery og í Avstralia. Hesin filmur gjørdi, at altjóða eygað varð vent
móti hesum máli.
Fara tit at bera tykkum at á sama hátt hesaferð sum í 1986?
- Nei, vit fara at vera nógv virknari. Vit hava størri megi og felagsskapurin er nógv størri nú, og vit hava gott samband við fólk.
Fara tit aftur at nýta harðskap?
- Vit nýta ikki harðskap!
Eru tit vápnaðir?
- Ja, vit hava kanónir. Men tær skjóta bara við sukulátukøkum, ha, ha...
Hava tit ongan skarpan lóður við?
- Nei, vit nýta ikki vápn!
Hvussu fara tit at leggja uppí grindadráp?
- Vit fara fyrst at royna at reka grindir burtur frá oyggjunum. Tá ið vit leggja beinleiðis upp í drápið, fara vit ikki at løsta nakran!
Men, leggja tit upp í grindadrápið, so bróta tit føroyska lóg?
- Eg leggi einki í lógir, sum....
Ert tú anarkistur?
- Anarkistur...?...ehhh, nei...men eg leggi einki í lógir, ið verja órættvísi og ræðuleika. Vit eru ein altjóða felagsskapur. Ikki ein føroyskur.;r fyrru ferðirnar, at Hanus Eliasen byrjaði í álopinum, og at Bjarni Jørgensen var á beinkinum.
Í tí fyrsta dystinum vórðu tríggjar útskiftingar gjørdar. Í 36. minutti komu Atli Danielsen, KÍ, og Hanus Eliasen, ÍF, á vøllin fyri Hjalgrím Elttør og Bjarna Jørgensen, og í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Áka Leitisstein Hansen.
Í næsta dystinum varð málverjin skiftur í steðginum. Tá avloysti Arnfinn í Bartalsstovu, GÍ, Pól N. Joensen. Samstundis kom Bárður Christiansen, HB, inn fyri Jann Inga Petersen. Í 45. minutti kom Frank Poulsen, HB, inn fyri Gilla Haraldsen.
Í gjáramorgunin kom Bárður Christiansen á vøllin í 31. minutti fyri Áka Leitisstein Hansen. Símun Joensen fór út í 36. minutti, og Atli Danielsen kom inn, og í 39. minutti avloysti Frank Poulsen Elfinn Ørvarodd.
jh