Hóast Paul Watson hevur verið eftirlýstur fyri hendingar í Føroyum í 1986, so er tann dómurin fyrnaður, og tí kann hann frítt koma til Føroya.
Fyrstu ferð Paul Watson var í Føroyum var í august í 1985, tá hann lá í Nólsoyarfirði við skipi sínum Sea Shepherd. Tá kendu føroyingar hvørki Paul Watson ella Sea Shepherd. Men árið eftir, tá hann vitjaði, gjørdist hann landskendur, tá hann kom í rættiligt stríð við løgregluna.
Hendingin á Bursatanga í Havn er landskend, tá Bergleif Brimvík, løgreglumaður, leyp niður í gummibátin hjá Sea Shepherd, so menninir kundu handtakast. Nakrar dagar seinni var satt rok, tá vaktarskipið Ólavur Halgi við løgreglufólki, royndi at taka Sea Shepherd, sum kortini megnaði at sigla út um sjómarkið.
Tá løgregla og manning av Ólavi Halga skuldi sigla umborð á Sea Shepherd, skutu teir við onkrum hvøssum eftir gummibátinum, soleiðis at tað ikki eydnaðist at handataka skiparan Paul Watson.
Men hann fekk eina bót, sum hann ongantíð hevur goldið, og tí var hann eftirlýstur í fleiri ár.
Men tann dómurin er fyrnaður, og tí kann Paul Watson frítt koma til Føroya, tí hann verður ikki handtikin fyri hesa bótina, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum kannaði hesi viðurskiftini seinast Sea Shepherd vitjaði her í 2011.
– Men eg veit ikki, um hann er eftirlýstur av Interpol fyri onkur onnur viðurskifti. Men fyri hendingar her í 1986 verður hann ikki handtikin, sigur Jógvan Páll Lassen.