Spurningurin sum danska løgmálaráðið skal gera av fyrsta dagin er, um Paul Watson skal útflýggjast til rættarsókn í Japan.
Hópin av kendum fólkum hava víst honum stuðul, bæði sjónleikarar, politikarar, eisini danskir politikarar uttast á vinstraveinginum. Og enn tá franski forsetin Emmanuel Macron heitir á Danmark um at lata umhvørvisstríðsmannin leysan.
Ikki er greitt, hvat Danmark ætlar at gera. Men sum róð verður fram undir í sendingini, so man Danmark hava havt ein fingur við í spælinum, tá Paul Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli.
– Og hví skal Danmark handtaka hann eftir altjóða handtøkuboðum úr Japan, um Danmark ikki ætlar at útflýggja til rættarsókn í Japan?
##med2##
Sjúrður Skaale var púra greiður: Paul Watson er ein 'voldsparat selvtægtsmand', sum sjálvandi skal rættarfylgjast, segði hann og sett spurningin:
– Er Paul Watson et menneske, der skal hæves over loven eller ej?
Og hann svaraði sjálvur spurninginum:
– Paul Watson skal ikke hæves over loven og er ikke hævet over loven!
Sendingin Deadline kann síggjast her
##med3##