- Millum 100 og 200 grindahvalir verða riknir móti strondini í Bø á Vágoynni. Donsku verjuskipini Triton og Rasmussen forða Brigitte Bardot. Sam Simon er tíverri í Hetlandi eftir provianti, men hevði eisini verið forðað av donsku verjuni. Fólk hjá Sea Shepherd eru á strondini.
Tað skrivar Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, til sínar fylgjarar á Facebook, ið eru umleið hálva millión í tali. Sum vant leggur hann serliga dent á, at tað er danska verjan, ið forðar hansara fólkum at blanda seg í føroysk viðurskifti.
Tá in.fo fyri løtu síðani tosaði við Esbern í Eyðansstovu, ið er við í rakstrinum, segði hann, at Brigitte Bardot ikki var at síggja, men at Triton lá á varðhaldi.
Paul Watson plagar at vera sera íðin at skriva til sínar fylgjarar, tá okkurt rør seg í Føroyum. Í dag hevur hann tó verið óvanliga kúrrur, nú tað tykist, at føroyingar enn einaferð megna at drepa eina grind, hóast felagsskapurin hevur fleiri skip og fólk á landi, ið skulu forða fyri tí.