Paul Watson bjóðar til hólmgongu

Leiðarin hjá Sea Shepherd bjóðar grindamonnum til kjak á russiskari propagandasjónvarpsstøð.

Paul Watson bjóðar nú øllum føroyskum grindamonnum til beinleiðis kjak á sjónvarpsrásini hjá russiska miðlinum, Russia Today.

 

- Finst tað ein grindamaður í Føroyum við dirvi í síni sannføring til at kjakast við meg um grindadráp í sjónvarpinum, spyr leiðarin hjá Sea Shepherd.

 

Hann vísir á, at føroyskir grindamenn leggja hann undir at villeiða miðlar og almenningin, og sigur, at nú fáa teir møguleikan at greiða frá sínum sjónarmiðum. 

- Hetta er ein møguleiki at siga heiminum tykkara søgu í hesum umstrídda málinum. Hetta er ein møguleiki verja tað, sum ikki kann verjast, skrivar hann.

 

- Tað má finnast minst ein grindamaður í Føroyum við dirvi at verja grindadrápið framman fyri eini altjóða áhoyrarafjøld. Um so er, so gleði eg meg til eitt lívligt og læruríkt kjak, skrivar Paul Watson.

 

Hann fortelur eisini, at einastu ferð, hann hevur kjakast við ein føroying, var, tá hann fyri nøkrum árum síðani kjakaðist við Heri Joensen, sum var forsangari í Týr. Tað kjakið helt Paul Watson hánt um, og kallaði tað tápuligt.

- Hann helt, at tað at bjarga hvalum var ónt og at drepa hvalir var heiðurligt. Vónandi kann onkur rísa yvir tílíkt møsn og veita eina trúliga og sannførandi verju. Eg ivist tó stórliga, skrivar hann at enda.

 

Sjónvarpsrásin hjá Russia Today nær út til 700 milliónir fólk í 100 londum. Russia Today stuðlað av russisku stjórnini.