Amerikanskir miðlar skriva í nátt, at Paul Walker og ein vinmaður eru deyðir, eftir eina bilvanlukku. Umboðsmaðurin hjá Paul Walker hevur váttað tíðindini fyri USA Today. Teir vóru úti og koyrdu við einum Porsche GT, tá viðmaðurin misti tamarhaldið á bilinum, sum rendi á.
Paul Walker er best kendur í leiklutinum sum Brian O’Conner í filmsrøðini Fast and the Furious, har hann spælir saman við millum annað Vin Diesel . Upptøkurnar til Fast and the Furious 7 eru í gongd í løtuni. Paul Walker hevði frí hesa vikuna, men skuldi upprunaliga møta aftur komandi viku til at fleiri upptøkur.
Paul Walker bleiv 40 ára gamal.