Manchester United miðvallarin legði í summar fótbóltsskógvarnar á hillina. Hann sigur nú, at hann gavst á enska landsliðnum, tí leikararnir bara hugsaðu um seg sjálvar og ikki liðið.
36-ára gamal miðvallarin er annars kendur fyri at snúgva sær undan miðlunum uttanfyri vøllin. Tí kom tað óvart á enskar miðlar, tá hann herfyri tosaði um hví hann gavst á landsliðnum sum 29-ára gamal.
- Eg fekk nokk! Eg vildi verða ein partur av einum liðið og spæla væl, men har vóru ov nógvir einstaklingar, ið bara spældu fyri egnan vinning. Í staðfyri at leggja eina einfalda avlevering upp á 10 metrar, so royndu teir at leggja eina langa avlevering fyri at fáa fólk at leggja merki til teir, sigur Paul Scholes sambært The Guardian.
Paul Scholes leggur ikki fingarnar ímillum, tá hann skal lýsa støðuna.
- Eg havi altíð kent tað soleiðis, at leikarar úr feløgum sum eitt nú Aston Villa, einans nýttu enska landsliðið sum eitt stig á leiðini at sleppa til eitt av einum stóru feløgunum. Tá spyrt tú teg sjálvan, um teir eru har av teimum røttu orsøkunum. Eg haldi teir eru ov sjálvsøknir, sigur Paul Scholes víðari.
Hann metir ikki, at evnini mangla hjá Onglandi, men at tað er ein annars trupulleiki, ið ger seg galdandi.
- Størsti trupulleikin hjá Onglandi er, at leikararnir eru ov sjálvsøknir. Hygg eftir eitt nú Spania. Har er ongin, ið kundi funnið upp á gjørt nakað, ið ikki er fyri tað besta fyri liðið. Tað kundi væl hent her, sigur Paul Scholes at enda.
Ongland hevur ikki vunnið eitt HM ella EM síðan 1966, tá teir vunnu HM á heimavølli.










