Paul McCartney hevur vunnið á bæði James Blunt og Lily Allen: Hann er kosin sum mest irriterandi tónleikarin í Englandi.
Eks-konan Heater Mills hevur fingið sera vánaliga umrøðu í miðlunum í sambandi við skilnaðin frá Paul McCartney. Men Paul hevur tó gjørt enn verri inntrykk á bretum.
Hann er nevniliga júst kosin mest irriterandi tónleikastjørnan í eini atkvøðugreiðslu. Ongin annar tónleikari hevur megnað at irriterað bretar so nógv, sum Paul McCartney hevur:
- Tónleikarar blíva lætt irriterandi og sera skjótt. McCartney hevur gjørt fólk svøk við sínum atburði undir skilnaðinum við konuna, hansara tvey-fingraðu friðarheilsan og hansara tokka til at blanda klædning og gummiskógvar saman, sigur Craig Dawson frá musicmagpie.co.uk við blaðið Female First.
Her er top-10 listin av teimum mest irriterandi tónleikarum:
1. Paul McCartney
2. James Blunt
3. Lily Allen
4. Robbie Williams
5. Amy Winehouse
6. Bono
7. Sir Cliff Richard
8. Pete Doherty
9. Joss Stone
10. Craig David