Paul McCartney, sum er vegetarur og djóravinur, kemur til Føroya við privatflogfari, hósdagin 7. juli. Hann er opin fyri at hava eina konsert, men við hørðum treytum.
Tað er tíðindastovan WAP, sum veit at siga, at Beatles-legendan kemur til Føroya fyri at stuðla teimum mongu fólkunum, sum longu tá eru komin til landið at mótmæla grindadrápi.
Paul McCartney ætlar at steðga nakrar dagar, og koma á tal við ”The local leader of the faroese government”, sum hann málber seg við WAP. Kaj Leo Johannesen, løgmaður vil vanliga ikki fara á fund við grindamótmælisfólk, men Paul McCartney veit, at tónlistin hjá honum eigur nógvar fjepparar í Føroyum, og hann vónar tí, at løgmaður fer at gera eitt undantak, so hann sleppur á fund, har hann hvassliga fer at mótmæla ”The massmurder of pilotwhales”, sum tikið verður til.
Paul McCartney vil ikki útihýsa, at hann fer at hava eina konsert, meðan hann er í Føroyum. Men tað verður undir treytum, sum meirilutin av føroyingum neyvan kann ganga við til.
Við WAP sigur Paul McCartney:
– Um føroysku leiðarnir lova mær, at teir gevast at drepa grind, so skal eg geva eina ókeypis konsert í tí størsta býnum í Føroyum. Ganga teir ikki við til tað, ja so verður bara eingin konsert. Paul McCartney er tó til reiðar at koma í tal við vanliga føroyingin, og hann skrivar gjarna autografar, og hann signerar gjarna gamlar Beatles-plátur teir dagarnar hann er staddur í Føroyum.