Plátufelagið Decca skal geva út tónleikin hjá Paul McCartney til komandi ballettina. Hetta næstan 50 ár eftir, at felagið avvísti at útgeva The Beatles.
Ein avgerð, sum síðani hevur fingið ivasama heiðurin, at verða kosið til størsta mistakið í søguni hjá tónleikavinnuni.
Ballettin Oceans Kingdom, er fyrsta ferðin hjá Beatles-stjørnuni inn í dansiheimin. Frumsýningin verður í New York City Ballet tann 22. September.
Fløgan við tónleikinum kemur á bretska marknaðin 3. Oktobur.
Beatles onga framtíð
Decca gjørdist víðakent, eftir at felagið avvísti The Beatles í 1962 við orðunum gittartónleikur er ávegis út og The Beatles hava onga framtíð í showbusiness.
Bólkurin frá Liverpool skrivaði stutt eftir sáttmála við felagið Parlophone, eitt dóttirfelag hjá EMI, og gjørdist ein heimskendur bólkur við stórari ávirkan.
Tað er New York City Ballet, sum hevur bílagt Oceans Kingdom.
Hetta veit eb.dk í dag.









