Paul kann basa Obama

Okkurt bendir nú á, at republikanarin Ron Paul kann basa Barack Obama, forseta á forsetavalinum, sum verður næsta heyst.

Í einari meiningakanning, sum Harris Interactive hevur gjørt, fær Ron Paul størri undirtøku enn verandi forsetin. Úrslitið kom ikki heilt óvart á eygleiðararnar, tí í einari kanning miðskeiðis í august var Ron Paul bara tvey prosentstig aftan fyri Obama.

Ron Paul, sum er úr Texas, er væl umtóktur millum tað yngra fólkið, tí hann hevur verið hart ímóti amerikonsku krígsførsluni í Irak og Afghanistan. Hann hevur eisini funnist hvassliga at fíggjarpolitikkinum, sum hevur økt ta almennu skuldina.