Høgguslokkurin Paul livir í einum akvarium í Sea Life Aquarium í týska býnum Oberhausen. Og hann hevur eini serlig evni.
Hann sær eftir øllum at døma fyri sær, hvussu lagnan hjá týska landsliðnum er, longu undan dysturin er leiktur. Og higartil hevur hann gitt rætt í øllum seks dystunum hjá Týsklandi við HM.
Hann gitir tó ikki sjálvt úrslitið av dystunum, men vísir, um Týskland vinnur ella tapir dystin. Tað gongur fyri seg á tann hátt, at tvey íløt við mati verða lorað niður í akraviumið til Paul, annað við einum týskum flaggi á og hitt við flagginum hjá mótstøðuliðnum.
Fram til hálvfinaluna hevði Paul rætt í úrslitinum, eisini tá Týskland tapti móti Serbia, men kortini vónaðu týskarar, at Paul tók feil, tá hann sá fyri sær, at Spania fór at vinna á Týsklandi í hálvfinaluni. Tað gjørdu spaniólar kortini, og Paul fekk enn einaferð rætt.