Paul Clapson doyði av hjartatilburði

Familjan hevur sett á stovn innsavning

Familjan hjá fyrrverandi KÍ spælaranum, Paul Clapson, sum óvæntað doyði bara 34 ára gamal, hevur nú boðað frá, at hann doyði av einum hjartatilburði.

 

Les eisini: Paul Clapson deyður

 

Paul Clapson skrivaði seg í føroyska fótbóltssøgu, tá í 2006 í seinasta umfarinum søkti EB/Streym á Mølini á Eiði. Úrslitið hevði við sær, at EB/Streymur ikki vann sítt fyrsta FM, meðan HB samstundis sum at vinnan FM, eisini yvirhálaði KÍ í samlaðu støðuni fyri FM vinnarar gjøgnum tíðina.

 

Hann spældi tvey ár við KÍ og gjørdi nógv um seg. Hann var ein kraftmikil og orkuríkur spælari, sum skoraði 28 mál í 56 dystum.

 

Søgan sigur, at hann av fyrstan tíð var ætlaður leiklutin sum málverjin, men at tað skjótt varð greitt, at tað var dugur í honum frammanfyri málið. Hann spældi í KÍ kappingarárini 2006 og 2007.

Fyri tveimum vikum síðani komu tey tungu boð, at hann var deyður.

 

Doyði av hjartatilburði

Familjan hevur nú sett á stovn eina innsamling. Har verður boðað frá, at Paul Clapson doyði av einum hjartatilburði. Hann hevði lagt seg at sova og vaknaði ongantíð aftur, skrivar familjan í samband við innsavningina.

 

- Hann hevði ongan pínu av hendingini. Mikukvøldið fekk Paul Clapson ein hjartatilburð, meðan hann lá og svav. Hann hevði latið eyguni aftur og balla seg, tá guð valdi at tíðin hjá honum var komin at fara víðari, skrivar familjan millum annað.

 

Tey hava sett ein innsavning á stovn, tí tey ynskja at feira lívið hjá honum kring heimin, so fólk kunnu heiðra, fortelja søgur og deili minnir um Paul Clapson. Hann var fráskyldur og hevði tvey børn.

 

Til ber at vitja innsavningina við at trýst HER (www.gofundme.com/paul-clapson-never-forgotten)