Ikki færri enn 17 yrkingar eftir mæta skaldið Paul Celan eru at finna í skaldskapartíðarritinum Vencil hesuferð
Tey, ið vilja hava innlit í yrkingarnar hjá stóra skaldinum Paul Celan, kunnu hóskandi byrja við Vencili fimta. Hesuferð borðreiðir skaldskapartíðarritið við ikki færri enn 17 yrkingum eftir Celan, sum høvundurin Heðin M. Klein hevur flutt yvir í føroyskt.
Mest kendur er Paul Celan fyri yrkingina ?Todesfuga?, sum nú finst í tveimum týðingum til føroyskt. Fyrstu týðingina gjørdi Tóroddur Poulsen, og stendur hon í Varðanum, bind 60 frá 1993.
Paul Celan (1920 ? 1970) var ógvuliga týðandi rumensktføddur yrkjari, sum skrivaði á týskum. Hann sat í týningarlegu undir seinna heimskríggi, og øll hansara kæru vórðu fyribeind í týningarlegunum.
Eins og fleiri aðrar av hansara yrkingum, snýr ?Todesfuga? seg eisini um ræðuleikarnar í týningarlegunum.
Í 1970 leyp Paul Celan í Seinenánna, har hann druknaði.