Jan er ættað úr lítlu skotsku bygdini Lugar, og hon býr í Kilmaurs á vestursíðuni á Skotlandi. Hóast hon ikki er føroysk, hevur hon tó sterk bond til Føroya. Maður hennara Peter er hálvur føroyingur, og tí hava tey altíð ferðast nógv til Føroya. Peter er sonur Poulinu Pattison, f. Toftum, ið møtti enskum hermanni undir krígnum, sum hon giftist við. Seinni fluttu tey til Skotlands, har Peter og báðir brøðurnir vuksu upp.
Jan tók prógv sum listamálari á kenda listaskúlanum Glasgow School of Art í 1973, eftir fýra ára útbúgving
Jan og maðurin hava rikið eina sniðgávu- og framleiðslufyritøku, sum framleiðir handtaskur og tilhoyr úr leðri. Jan hevur arbeitt í 30 ár sum sniðgevi í fyritøkuni. Seinastu árini hava tey minkað um fyritøkuna, og tískil hevur Jan meira stundir at mála. Jan hevur ferðast ofta til Føroya, síðan hon møtti manninum, t.e. í eini 40 ár. Fyri trimum árum síðan keyptu hon og maðurin hús á Eiði, og nú liggur væl fyri hjá Jan at mála.
Hon er hugtikin av føroyska landslagnum, og tað sæst aftur í myndunum. Hon velur sær helst myndevni úr føroysku náttúruni ella av bygdarløgum. Hon hevur sín egna stíl, og tað, ið fangar við málningum hennara, eru serligu litirnir, ið hon nýtir til at lýsa og endurspegla ljósbrigdini við. Myndevnini eru ymsastaðni úr Føroyum. Maðurin Peter er ágrýtin fotografur, og á framsýningini sýnir hann fram nakrar av panoramamyndum sínum av landsløgum.
Í dag er framsýningin opin frá kl. 16 – 18. Frá 17. til og við 21. juli verður opið frá kl. 12 til 18, og
mikudagin 22. juli verður opið frá kl. 10-14.
Meira fæst at vita um Jan Pattison á www.janpattison.co.uk