Tvær semifinalur í American Football vórðu leiktar í gjárkvøldið og í nátt. Talan var um aðra semifinaluna í AFC, New England Patriots móti Jacksonville Jaguars og aðra semifinaluna í NFC, Green Bay Packers móti Seattle Seahawks.
Roknað var við, at Patriots fóru ikki at snáva móti Jaguars, og hetta vísti seg eisini so, hóast støðan í hálvleikinum var 14-14. Quarterback Tom Brady vísti stórspæl, og so kundi New England Patriots leika seg í AFC finaluna við einum sigri upp á 31-20.
Hinvegin varð roknað við einum eitt sindur meiri spennandi dysti millum Green Bay Packers og Seattle Seahawks, men hóast dysturin sum so var rættiliga javnur, so bleiv Packers við at draga frá. Hetta serliga tí teir skoraðu touch-downs, meðan Seahawks mátti taka til takkar við fieldgoals.
Í hálvleikinum vóru Seahawks so nær sum 17-21, men í seinna hálvleiki raplaði hjá liðnum hjá Paul Allen og Packres vunnu til endans lættliga 42-20 og spældu seg harvið í finaluna í NFC.
Í kvøld leika Indianapolis Colts og San Diego Chargers um rættin at møta Patriots í AFC finaluni, meðan Dallas Cowboys taka ímóti New York Giants fyri at finna út av, hvør teirra skal møta Green Bay Packers í NFC finaluni.
Finaluvinnararnir hittast í stóru finaluni, The Super Bowl.