Patrik skoraði og vann á Gunnari

Patrik Johannesen hevur skotið fýra mál í átta teimum fyrstu dystunum fyri Keflavík

Patrik Johannesen í dysti móti Danmark (Savnsmynd)

Patrik Johannesen í dysti móti Danmark (Savnsmynd)

Í dag var føroyingauppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini millum liðið hjá Patriki Johannesen, Keflavík og liðið hjá Gunnari Nielsen, FH í Keflavík.

 

Patrik Johannesen og liðfelagar hansara vunnu dystin 2-1, har Patrik við sínum fjórða málið hetta kappingarárið legði Keflavík á odda 1-0 longu tá 12 minuttir vóru farnir av dystinum. Patrik fekk eina góða sending frá Kian Williams, og setti bóltin framvið Gunnari Nielsen. Øll trý málini í dystinum vóru skotin fyrstu 28 minuttirnar av dystinum. 

 

Keflavík 2 - 1 FH

 

 1-0 Patrik Johannesen ('12)

 

 1-1 Matthías Vilhjálmsson ('24)

 

 2-1 Dani Hatakka ('28)

 

Patrik og liðfelagarnir sum av íslendsku serfrøðingunum eru spáddir at flyta niður í næstbestu deildina eru nú fýra stig røttumegin niðurflytingarstrikuna við sjey stigum. 

 

Patrik hevur skotið fýra mál í átta dystum higartil í deildini. 

 

Komandi sunnudag vera tvær føroyingauppgerðir. Kaj Leo í Bartalsstovu og Akranes taka móti Keflavík á heimavølli, og Gunnar og hinir í FH taka móti Halli Hansson og KR á heimavølli. 

 

Støðan: 

 

Nr.LiðDystirVJTMálStig
1Breiðablik770021:421
2KA751111:416
3Stjarnan742116:1014
4Valur742111:514
5KR73229:611
6Víkingur R.832314:1411
7FH721410:127
8Keflavík821512:177
9Akranes71337:156
10Fram71248:175
11ÍBV70346:133
12Leiknir R.70343:113

 

 

 

 

 

Patrik Johannesen í dysti móti Danmark (Savnsmynd)

Patrik Johannesen í dysti móti Danmark (Savnsmynd)