Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið var Patrik Johannesen við frá dystarbyrjan hjá Breiðablik, og fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið skoraði Patrik fyri Breiðablik.
Breiðablik vann á heimavølli á Kópavogsvøllinum frammanfyri 1.073 áskoðarum 2-1 á Stjörnuni.
Tað vóru bara leiktir fimm minuttir tá Patrik legði Breiðablik á odda 1-0. Tá 43 minuttir vóru leiktir økti Jason Daði Svanþórsson til 2-0. Stjarnan minkaði um munin beint áðrenn steðgin, og so komu ikki fleiri mál.
Patrik var skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Breiðablik er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 15 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík, ið hava 18 stig.
Komandi sunnudag klokkan 18 spælir Breiðablik á útivølli móti Fram.