Patrik skoraði eisini

Báðir føroyingarnir í næstbestu deildini í Noregi hava skorað um vikuskiftið.

Tað hevur gingið væl hjá føroysku fótbóltsútisetunum í Noregi, sum hava verið í dysti um vikuskiftið. Sum in.fo skrivaði leygardagin skoraði Ári Mohr Jónsson fyri Sandnes Ulf móti Egersunds IK. Sandnes Ulf spælir í næstbestu fótbóltsdeildini í Noregi.

 

Patrik Johannesen spælir eisini í næstbestu deildini í Noregi og kom eisini á máltalvuna um vikuskiftið, tá hann í gjár skoraði einasta málið hjá Florø í 1-1 javnleikinum móti Nest-Sotra, sum eisini eru í triðbestu deildini.

 

Florø skulu spæla sjey vinardystir afturat í februar og mars áðrenn norska kappingin byrjar 2. apríl. Florø spælir fyrsta dystin á útivølli móti Mjøndalen. Næsti dysturin verður 17. februar, tá teir spæla móti Åsane á útivølli.  

 

Tað vera ikki færri enn tríggjar uppgerðir millum føroyingarnar báðar í ár. 4. mars hittast Florø og Sandnes-Ulf til vinardyst í Marbella, har bæði liðini fara á venjingarlegu.

 

13. mai skulu Patrik Johannesen og Florø til Sandnes at spæla og 16. septembur fáa teir vitjan av Sandnes Ulf og Ára Mohr Jónsson.