Patrik og Keflavík tryggjaðu sær javnleik móti dystarenda

Keflavík møtti ÍBV á útivølli í dag

Eitt føroyingalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hevur verið í eldinum í dag.

 

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík vitjaðu ÍBV úti á Heimey í dag, og endaði dysturin við javnleiki 2-2. Tvær ferðir var Keflavík aftanfyri, og báðu ferðir eydnaðist at koma afturíaftur. Seinnu ferð heilt móti dystarenda.

 

ÍBV 2 - 2 Keflavík

 

 1-0 Arnar Breki Gunnarsson ('9)

 

 1-1 Nacho Heras ('43)

 

 2-1 Andri Rúnar Bjarnason ('66)

 

 2-2 Nacho Heras ('86)

 

Teir í Keflavík vóru spáddir at flyta niður undan kappingarbyrjan, men higartil hevur tað gingið væl hjá Keflavík, ið er átta stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik14112138:1435
2Víkingur R.1492333:2029
3KA1483328:1727
4Stjarnan1466226:1924
5Valur1463525:2421
6Keflavík1553727:2818
7KR1446420:2318
8Fram1445526:3017
9ÍBV1526721:2912
10FH1425716:2311
11Leiknir R.1424812:2610
12Akranes1415813:328