Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík vóru aftur út fyri tapi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld, men í kvøld var talan um eitt tap sum Keflavík veruliga kann iðra seg um.
Keflavík tapti 2-3 fyri KA á útivølli í kvøld.
Keflavík kom á sigurskós tá Patrik Johannesen setti bóltin í netið til 2-1 til Keflavík tá 69 minuttir vóru farnir av dystinum. Men seinastu løtuna vendi heimaliðið einum hóttandi tapi til ein sigur.
KA 3 - 2 Keflavík
1-0 Þorri Mar Þórisson ('42)
1-1 Ingimundur Aron Guðnason ('45)
1-2 Patrik Johannesen ('69)
2-2 Nökkvi Þeyr Þórisson br.sp ('87)
3-2 Nökkvi Þeyr Þórisson ('90)
Talan er um fjórða ósigurin í fýra dystum hjá Keflavík, Keflavík liggur aftast í deildini við ongum stigi og málurtøkuni 4-12.
Komandi leygardag spælir Keflavík á heimavølli móti ÍBV.











