Tá Patrik Johannesen valdi at fara til Egersund í triðbestu norsku fótbóltsdeildini undraðust fleiri, men Patrik undirstrikaði, at honum var greitt, at talan var um eitt felag við ambisjónum.
Tað hevur gingið sjón fyri søgn trý tey fyrstu umførini í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Egersund hava vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar. 20. juni vunnu teir í Egersund 3-0 á Nardo á heimavølli. 26. juni vunnu Patrik og liðfelagarnir 3-2 á Notodden á útivølli. Tann dagin skoraði Patrik sítt fyrsta mál hetta kappingarárið.
Í kvøld fekk Patrik 80 minuttir á vøllinum tá Egersund á heimavølli vann 5-0 á Sotra. Í kvøld eydnaðist tað ikki Patrik at koma á máltalvuna.
Egersund og Arendal eru fremst í deildini við níggju stigum hvør. Egersund hevur betri málmun enn Arendal.
Bert ovasta liðið aftaná lokið kappingarár flytur beinleiðis upp í næstbestu deildina. Næstovasta liðið skal spæla upp- og niðurflytingardystir um rættin at spæla í næstbestu fótbóltsdeildini.
Sunnudagin tekur Egersund móti Øygaarden á heimavølli.