Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik vunnu seg í kvøld víðari til annað undanumfarið í Conference League.
Breiðablik vann á heimavølli í Kópavogsvøllinum 3-1 á Tikvesh úr Norðurmakedonia.
Tikvesh, ið vann fyrra dystin 3-2 legði seg á odda 1-0 - og harvið samanlagt 4-2 - longu í áttanda minutti.
Kristinn Steindórsson javnaði til 1-1 beint undan steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki legði Höskuldur Gunnlaugsson Breiðablik á odda 2-1, og so var samlaða støðan javnleikur 4-4.
Tá 75 minuttir vóru leiktir av dystinum kom Patrik Johannesen á vøllin fyri Breiðablik. 10 minuttir seinni fann Patrik Kristófer Inga Kristinsson við einari góðari sending. Kristófer Ingi Kristinsson tók av og økti til 3-1, og so vann Breiðablik ein samlaðan 5-4 sigur, og vann seg víðari í kappingini.
Í øðrum undanumfarinum møtir Breiðablik FC Drita úr Kosovo.











