Patrik Johannesen skoraði annað vikuskiftið upp í slag, tá Florø í dag vann 1-0 á útivølli móti Nest Sotra. Sigurin ger, at Florø enn hevur møguleikan at yvirliva í deildini.
Síggj málið við at trýsta HER - (Video er niðast í greinini)
Tvøramaðurin í næstbestu deildini í Noreg, hevur verið skaddur í eina tíð. Nú er hann komin fyri seg og skoraði millum annað upp á brotsspark, tá Florø tapti 3-1 á heimavølli móti Sandnes í farna umfari.
Í dag skoraði hann sigursmálið, tá Florø vann á Nest Sotra. Málið kom, tá tjúgu minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Í oysandi regni fær hann høvdið á eitt innlegg. Florø hevur nú fimm stig upp til niðurflytingarstrikuna. Seks umfør eru eftir av landskappingini.